Sensoriska panelið á iNOVA

Tað ber til at gera objektivar góðskumetingar av matvørum í Føroyum.


Sensoriska panelið á iNOVA var sett á stovn í 2018 og er einasta kommersiella panel av slíkum slagi í Føroyum. Hetta panelið er lært upp í at meta -objektivt- um sensorisku góðskuna á matvørum undir leiðslu av einum matgranskara við drúgvum royndum.

Ein sensorisk profilering er ein objektiv lýsing av útsjónd, lukti, smakki og konsistensi. Tað merkir, at sensoriska profileringin lýsir ta góðskuna, sum brúkarin upplivir.

 

Sensoriskar kanningar

Panelið hevur ymiskar møguleikar – treytað av vøruni og spurningum, sum skulu svarast

 

  • Profilering (neyv lýsing av nógvum eginleikum) av vøru. Panelið kannar eina vøru (ella ein ávísan eginleika í eini vøru) og lýsir hesa sensoriskt eftir objektivum kriterium.
    Dømi: ein fyritøka hevur brúk fyri objektivari lýsing av eini vøru til marknaðarføring
  • Meting av líknandi vørum. Panelið kannar fleiri (líknandi) vørur og metir um hesar á einum avtalaðum skala.
    Dømi: líknandi vørur frá ymiskum veitarum, ella frá eini vørumenningar-tilgongd
  • Kanning av muni millum vørur. Panelið avgerð um tíðiligur munur er millum vørur
    Dømi: Broytast ein vøra, um minni feitt er í / um uppskriftin verður broytt nakað / um annað pakkitilfarð verður brúkt, osfr.

 

Kundin kann – í ávísan mun - luttaka aktivt

 

  • Uppgávan verður orðað í samstarvi við kundan
  • Orðalisti og skali kunnu vera "universal” ella um neyðugt gjørd til uppgávuna í samstarvi við kundan

MEN – stórur týdningur er, at skott er millum panelið og kundan

 

  • Kundin sleppur ikki við til paneltímarnar – tryggja objektivitet
  • Kundin fær ikki lista yvir panelluttakarar
  • Panelluttakarar fáa ikki upplýsingar um kunda og vøru
  • Alt verður anonymisera

Fyrimunir við føroyskum sensoriskum paneli

 

  • Lættari atgongd til tænastuna
  • Lættari samskifti millum kunda og veitara
  • Stuttur flutningur – lættari at gera kanningar av matvørum
  • Føroyskt panel, sum brúkar føroyskar orðalýsingar og kennir føroyskar matvanar osfr.

 

Tey, sum hava áhuga í sensoriskum kanningum, eru vælkomin at seta seg í samband við iNOVA á tlf. 733300 ella á jv@inova.fo

Panelið gleðir seg til fleiri uppgávur.