Búmerkið hjá felagnum

Mannlívvirkisfrøði.

Saman við Fróðskaparsetrinum og Vinnuframa hevur iNOVA nú sett gongd á enn eitt granskingarøki, sum verður tað fjórða í røðini á iNOVA.

Human Performance and Health Laboratory, ein rannsóknarstova til gransking innan human-fysiologi ella mannlívvirkisfrøði verður á iNOVA á Hoyvíksvegnum í Havn.

Magni Mohr, ph.d. og lektari á Fróðskaparsetri Føroya, skal standa á odda fyri nýggja granskingarvirkseminum, ið fer fram innan fakøkið Human Performance, ella likamliga orku hjá menniskjum. Vinnuframi hevur gjørt neyðugu íløgurnar í tól, sum millum annað eru eitt svimji-ergometur, ein ergometur-súkkla umframt útgerð til at máta renning og rógving. Víst verður til ensku lýsingarnar av tólunum.

Við hesi rannsóknarstovuni ber til at granska og at gera ymiskar royndir av likamligu avrikunum hjá føroyskum ítróttarfólki. Higartil hevur tað ikki verið gjørligt at gera slíkar royndir í Føroyum.

Arbeiðsfysiologiskar testir á Human Performance and Health Laboratory (HPHL)

Á HPHL er nú møguligt at gera framkomnar testir av ítróttarspecifikkum kropsligum førleikum. Test-útgerðin er framkomin og er sama útgerð sum verður nýtt í vísindaligum arbeiðsfysiologiskum kanningum og er hon tískil vísindaliga validera.

Samstundis ber til at fáa útgreinað testúrslitini fysiologiskt, so at tey kunnu nýtast at meta um støði á ymiskum fysiologiskum skipanum, sum hava árin á kropslig avrik, og tískil brúkst praktiskt í dagligu venjingini til at arbeiða skipað ímóti betri avrikum og úrslitum.

Á HPHL ber til at gera viðkomandi testir fyri úrvælsítróttafólk í bæði stutt- og langteinaítróttum, bóltspølum, umframt arbeiðsfysiologiskar testir av bein og arm serstøkum arbeiði.

Royndir og kostnaður

Her er eitt yvirlit yvir testir og kostnað, sum í fyrstu atløgu kunnu gerast í HPHL:

  • Test av maximalari oxygenupptøku (VO2max) – súkkling, renning, rógving, yvirkropsarbeiði
    1000 kr.

  • Test av VO2max, arbeiðsøkonomi og substratbrenning (evni at brenna feitt og kolvætu)
    1500 kr.

  • Test av VO2max, arbeiðsøkonomi, substratbrenning og oxygen upptøku kinetikki (hvussu skjótt oxygen upptøkan veksur)
    1750 kr.

  • Wingate test á súkklu – test av anaerobum førleika
    750 kr.

  • Repeated sprint test – renning, súkkling, rógving og yvirkropsarbeiði
    750 kr.

  • Critical Power 3-min test – test av anaerobum førleika (súkkling, rógving)
    1000 kr.

  • Yvirkrops VO2-test og yvirkrops power test (svimjarar)
    1000 kr.

  • Yvirkrops VO2-test og yvirkrops power test, og VO2max test (svimjarar)
    1500 kr.

  • Anaerobic threshold test, VO2max, arbeiðsøkonomi og substratbrenning
    1500 kr.

  • Bóltsspælsspecifikkar testir (eftir avtalu har kostnaður er fyri hvørt liðið).

Við hvørjari test er høvi at fáa testúrslitini útgreina.

Bílegg

Royndir kunnu bíleggjast við at venda sær til Magna Mohr, Ph.D. (magnim@setur.fo) ella á inova@inova.fo.