Búmerkið hjá felagnum

Skrivstovu- ella starvspláss.

Verið ein partur av Granskarasetrinum

Nú kannst tú gerast partur av mennandi umhvørvið á Granskarasetrinum iNOVA. Møguleika er fyri at leiga skrívstovu og/ella starvsstovupláss í iNOVA, sum hýsir virksemi hjá teinum flestu, ið fáast við nátturuvísindi í Føroyum. Herumframt halda nýstovnaði feløg innan biotøkni til á granskarasetrinum.

Treytir

Vistarar í Granskarasetrinum hava atgongd til starvsstovu- og skrivstovupláss, fundarhølið og høllina.

Vistarar kunnu fáa atgongd til felags tól, ið Vinnuframi eigur, eftir avtalu við iNOVA.

Vistararnir hava ábyrgd av viðlíkahaldi og trygging av egnum tólum.

Reingerð, hiti, kaffi og felags morgunmatur hósdagar eru inkluderað í vistarahaldið.

Prísur

Prís frá 4.448 kr./md + MVG (skrívstovu uttan atgongd til starvsstovu).

Bílegg

Meira kunning fæst við at senda teldupost á inova@inova.fo.